Norðurlendskt samstarv um kanningar av heilsu- og umhvørvisskaðiligum evnum
Norðurlendska samstarvið um kanningar av heilsu- og umhvørvisskaðiligum evnum er eitt átak, ið miðvíst arbeiðir fyri at avdúka møgulig nýggj dálkandi evnir í náttúruni.
Hetta arbeiðið verður framt av norðurlondum, í tøttum samstarvi og við tøttum bondum til altjóða arbeiði at fremja og betra um kemikaliu-regulering.
Í fimm fylgjandi ár hava útvald evni ella evnisbólkar í til dømis luft, vatni, jørð og verum, sum liva í náttúruni í øllum norðurlondum, verið kannað.
Kanningarnar higartil hava fevnt um:
- Pharmaceuticals and additives in personal care products as environmental pollutants; givin út í 2013
- Bleytgerarar og eftirgjørd søtievni í umhvørvinum í Norðurlondum; givin út í 2013
- Literature Survey of Surfactants in the Nordic Countries; givin út í 2012
- PPCP monitoring in the Nordic Countries – Status Report; givin út í 2012
- Bromeraði flammutálmandi evni í umhvørvinum; givin út í 2011
- Plasticizers and sweeteners; givin út í 2010
- Yvirflatuaktiv evni við fenol; givin út í 2008
- Soppa- og bakteriutálmandi evnir sum t.d. triclosan; givin út í 2007
- Metyleraði siloxan; givin út í 2005
- Perfluorineraði alkyl (PFAS); givin út í 2004
- Eftirgjørd muskevnir; givin út í 2004
Heimasíða hjá verkætlanini: www.nordicscreening.org